15 - 29 apríl skipaði felagskapurin Atlantic Mission fyri evangeliskum tiltaki á oynni Mull, ið er við Skotsku strondina, nakað norðanvert Glasgow.
23 fólk vóru við á ferðini, teirra millum umleið helmingurin ung fólk, sum saman við hinum luttakarunum ??? og í fagrasta summarveðri, gingu i øll húsini við innbjóðingum og smáritum, og náddu sostatt allarflestu av teim 3.000 íbúgvunum í oynni ??? Svenning av Lofti sigur í tíðindaskrivi, at henda ferð teirra eydnaðist sera væl.
Nakrir útifundir vóru í ymiskum bygdum, umframt møtir í ymiskum samkomuhølum.
Meðan flestu av luttakarunum ferðaðust flogvegis, so var skipið Juvél 2 eisini ein partur av hesum tiltaki, og 7 fólk sigldu skipið niður til Mull. Umborð vóru serstakar løtur fyri menn og eisini løtur fyri børn, umframt at fólk kundu koma umborð at síggja skipið og fáa ein drekkamunn.
Um kvøldarnar vóru eisini serstakar hugnaløtur umborð, har felagssangurin saman við ljóðførunum ljómaði til Guds og Frelsarans æru.
Umframt oynna Mull vóru eisini tveir býir, OBAN og FORTH WILLIAM inni á Skotska meginlandinum vitjaðir, áðrenn farið var til Stornoway í Uttaru Hebridunum at hava møti eitt kvøld áðrenn heimferðina.
Fólk úr ymisku samkomunum søgdu frá hvussu uppbyggjandi og gagnlig henda vitjanin hevði verið fyri tey.
Andalig sambond vóru knýtt millum luttakararnar og fólkið og tey sum vitjað vóru.
Hetta er 9 ferð Atlanitc Mission skipar fyri evangeliskari ferð í grannalondum okkara. Juvél 2 verður á Havnini í morgin, hósmorgunin 02. mai. Svenning av Lofti sigur við Kristiligu Tíðindasendingin, at skipið skal reingerast meðan tað liggur á Havnini, og gott hevði verið um fólk kom umborð at hjálpa til við hesum. Ringjast kann til Svenning tlf: 212045.
Kristiliga Tíðindatænastan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald