
Magni Arge skrivar: Danski ferðslumálaráðharrin heldur, at eisini føroyska flogfelagið kann fáa serliga avslátturin uppá 35% í ferðaavgjøldum, sum Københavns Lufthavn ætlar at seta í verk seinni í vár. Hann mælir tí Atlantic Airways til at taka upp beinleiðis samráðingar við floghavnina í Keypmannahavn um spurningin.
Hetta kemur fram í svari frá ferðslumálaráðharranum Ole Birk Olesen til spurning eg setti honum. Hann tók í sínum svari kortini tvey fyrivarni um, at tað er ikki stjórnin, men Københavns lufthavn sum hevur skrúvað saman eina skipan fyri tey, ið kunnu fáa 35% í avsláttri. Og at Københavns lufthavn hevur lagt við sum treyt, at felagið flýgur tríggjar ferðir um dagin til Keypmannahavnar.
Tað ger Atlantic Airways á hásumri og flýgur summar dagar enntá upp til fýra ferðir um dagin. Samanlagt munnu fráferðirnar hjá Atlantic Airways til Keypmannahavnar tátta í einar túsund fráferðir, so miðalið nærkast teimum trimum um dagin.
Ferðandi til Føroya rinda 178 krónur hvørja ferð tey fara á flog úr Kastrup til Føroya. Minkar gjaldið við 35% fellur upphæddin við 63 krónum til 115 krónur. Fyri bíligastu ferðaseðlarnar svarar tað til eina minking uppá 10% fyri einvegis ferðaseðilin úr Keypmannahavn til Føroya.
Tá ferðafólk fara úr Føroyum til Keypmannahavnar, rinda tey 165 krónur til flogvøllin í Vágum og 60 krónur í ferðaskatti til landskassan.
Á teimum rutum har ferðafólkagjøldini lækka, er tað øllum teimum ferðandi til fyrimunar, tí tá lækka eisini avgjøldini, sum flogfeløgini krevja inn saman við kostnaðinum fyri ferðina.
Í kappingini um fremmand ferðafólk hevur støddin á ferðaavgjøldum stóran týdning, eins og tað lættir um hjá heimafólki, sum vilja út í heim.
Svarið frá Ole Bork Olesen sæst her:http://www.ft.dk/???/spoergsmaal/s361/svar/1457284/1843242.pdf
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald