Mentan

??tgivið fleiri ókeypis teknifilmar

...

2017-08-28 14:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv.

Føroyska felagið Tatanka Sp/f, sum hevur sítt høvuðsvirksemi innan undirhald fyri børn og vaksin, hevur spakuliga víðkað um sítt virksemi.


??tgivið fleiri ókeypis teknifilmar

Í februar í ár gav felagið út tríggjar ókeypis teknifilmar á føroyskum máli, og tveir mánaðar seinni gav felagið út tann fjóðra teknifilmin. Allir filmirnir síggjast ókeypis á YouTube, og hava heitini:

???Stúti, Flaksi og Fima læra tykkum tølini???,

???Stúti, Flaksi og Fima læra tykkum litir???

???Stúti, Flaksi og Fima læra tykkum stavraðið???, og

???Stúti, Flaksi, Fima, Tatanka og Klippa koyra buss???


Borðspæl í altjóða sniði

Í hesum mánaðinum kom borðspælið ???Hertak Føroyar??? á marknaðin, sum Tatanka v. Sigfríði á Plógv Hansen, og ?? v. Hanusi Samró hava latið gera. Hetta er eitt borðspæl, ið minnir um heimskenda spælið Risk, men sum ístaðin byggir á føroysk viðurskifti.


Fimti teknifilmurin liðugur

Nú kemur Tatanka so við fimta teknifilminum, sum hevur heitið:

???Fingrasangurin???

Eins og við teimum fyrstu fýra teknifilmunum, er ætlanin við hesum fimta teknifilminum at víðka um úrvalið av føroyskum barnatilfari á netinum og harvið geva foreldrum møguleikan at vísa børnunum á, at sangir, ið tey annars hoyra á øðrum máli á netinum, eisini eru til á føroyskum.

???Okkara ætlan við bæði filmunum og borðspælinum er at vera við til at stimbra undir føroyska málið við at geva børnum og øðrum møguleika at síggja filmar og spæla spøl á føroyskum, sum áður bara hava verið at sæð á útlendskum málið. Hetta er nú fimti teknifilmurin, ið vit hava almannakunngjørt í hesum árinum, og um tað gongst sum ætlað, so er hugsandi at onkrir koma afturat í ár. Móttøkan av teknifilmunum hevur verið góð og jalig. Vit fingu tí hug at arbeiða víðari við hesum, og nú er so ein filmur afturat liðugur???, sigur stigtakarin til hesar teknifilmarnar, Sigfríður á Plógv Hansen, sum er eigari og stjóri í felagnum handan filmarnar.

Eins og við fyrru filmunum, kann hesin filmurin, sum nú er almannakunngjørdur, síggjast ókeypis á YouTube við at trýsta á hesa leinkju:

https://www.youtube.com/watch?v=0n7NDgAH_oM

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder