Fríggjakvøldið 9. novembur kl. 21 verður konsert við bólkinum Blátt Gras í Libanon í Sørvági. Tað er í sambandi við at bólkurin júst hevur latið nýggja fløgu úr hondum, at konsertir eru um landið, og nú verður endiliga konsert ???á heimavølli???, sum limirnir í bólkinum gleða seg serliga til.
Eyðkendi stílurin hjá bólkinum gongur aftur í hesi útgávuni. Serliga er tað íblásturin frá ???bluegrass???, sum upprunaliga kom úr amerikansku suðurstatunum, og so akkustiska ljóðmyndin við ljóðførum sum mandolin, violin, banjo, dobro og munnhørpu.
Fleiri av løgunum á fyrru fløguni hava verið nógv at hoyrt í okkara útvarpsrásum. Í 2015 vann lagið ???There is room at the table???, FMA tónleikavirðisløn sum ???ársins sangur??? innan fólka-, country- og blues tónleik.
Teir ið manna bólkin Blátt Gras eru Ragnar Joensen, Johan Mikkelsen, Terje Johannesen, Jarnhold Nattestad og Richard Johansen. Teir skriva sjálvir øll løgini og allar tekstirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald