Mentan

??tgávukonsert í Listastovuni í Miðvági

...

2016-08-18 22:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygarkvøldið 20. august verður útgávukonsert í Listaastovuni í Miðvági (dyrnar lata upp kl. 19).

TÍVILS D??TUR er heiti á nýggjari fløgu, sum bólkurin Kata gav út tann 27. juli í ár. Sangarar í bólkinum Kata eru: Guðrið Hansdóttir, Arnfríð Lützen, Eyð Berghamar Jacobsen, Greta Svabo Bech og Unn Paturson.

Kata hevur síðstu tíðina arbeitt við føroyskum, aldargomlum sangum, útsettir fyri kvinnurøddir. Sangirnir fevna breitt ??? úr tí heldur lætta, skjaldrasliga og skemtiliga, og søgur úr ævintýrkendum heimum, til frásagnir um dramatiskar kvinnulagnur, og ein spøkilsisvísa.

Arbeiðið tekur útgangsstøðið í bókunum hjá Marionnu Clausen (1947???2014), har hon skrivaði niður siðbundin føroysk løg, sum hon fann á gomlum upptøkum.

Kórútsetingarnar hava hava Unn Paturson og Greta Svabo Bech gjørt. ??tsetingarnar fyri røddir eru gjørdar út frá laglinjum, sum føroyskir sangarar hava sungið inn á band frá 1902 til dagin í dag.

Upptøkurnar hevur Rógvi á Rógvu gjørt í ??lavskirkjuni í Kirkjubø, Finnur Hansen hevur ljóðblandað, og ??li Poulsen hevur mastrað. Húsan hevur Uni Árting gjørt, og Finnur Justinussen hevur tikið myndir. Í húsanum greiðir Tóta Árnadóttir frá um sangirnar. Unn Paturson hevur framleitt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder