2017-05-10 16:03
Nú er komið so væl áleiðis við umbyggingini av niðaru lon í Sørvágs skúla, at bygningurin er reistur.
Arbeiðið gongur væl og verður gjørt av Sp/f Støðla á Argjum.
Tíðarætlanin heldur. Arbeiðið verður liðugt, tá skúlin byrjar aftur eftir summarfrítíðina í august í ár.
Í hesum sambandi var lítil hátíðarløta hildin á skúlanum í farnu viku, tað skrivar kommunan á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald