Mentan

??rslitið av Landsseyðasýningini 2016

...

2016-11-18 18:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í morgin leygardagin 19. november 2016 kl. 16.00 verður úrslitið av árligu landsseyðasýningini kunngjørt á almennum tiltaki á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Umframt at úrslitið av Landsseyðasýningini verður kunngjørt, verða tvær framløgur eisini á skránni, Rólvur Djurhuus fer at siga frá um skrásetingarnar í seyðahaldinum á Búnaðarstovuni síðstu árini og Pól Sundskarð fer at siga frá um heimasíðurnar hiking.fo og heimabeiti.fo.

Skráin fyri tiltakið er hendan:

·Vælkomuheilsan og felagssangurin ???Nú hvítna tindar fjøllum á???.

·Ari Johanneson vísir videoupptøkur av øllum teimum brundseyðum, sum hava verið meldaðir til landsseyðasýningina í ár.

·Rólvur Djurhuus hevur framløgu um seyðahaldið á Búnaðarstovuni seinastu árini.

·Kaffisteðgur.

·Pól Sundskarð hevur framløgu um heimasíðuverkætlan sínawww.hiking.fo, ið kann gerast eitt hent samstarvsamboð hjá øllum teimum, ið varða av høgum, har ferðafólk hava sína gongd. Somuleiðis fer Pól at siga frá sínum ætlanum um framtíðina hjá heimasíðuniwww.heimabeiti.fo, ið Pól hevur yvirtikið frá Kára Thorsteinsson í ár.

·Ari Johanneson vísir videoupptøkur av upp í 8 av teimum bestu brundseyðunum í hvørjum flokki.

·??rslitini av Landsseyðasýningini 2016 verða kunngjørd. Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, handar steypini til vinnararnar.

Tiltakið endar við, at Tjóðsangurin verður sungin.

Eftir sjálvt tiltakið eru fólk hjartaliga vælkomin at verða sitandi til eitt gott prát.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder