Vinna

??rslit frá makrelkanningum í summar tøk

...

2018-08-30 09:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hav.fo: ??rslitini frá felags kanningunum av uppsjóvarfiski í eystara parti av Norðuratlantshavi í summar vísa eina niðurgongd í øllum trimum uppsjóvarstovnunum, makreli, sild og svartkjafti.

Vísitalið fyri makrel var 6,2 milliónir tons í ár, sum er ein lækking á 40% í mun til í fjør og 30% lægri enn miðal seinastu fimm árini. Tað var serliga í grønlendskum øki, at minkingin var stór, men eisini í íslendskum øki var ein lutfalsliga stór minking, meðan minni munur var í eystara parti av kanningarøkinum (Mynd 1).

Fyri norðhavssild lækkaði vísitalið við 24% í 2018, niður í 4,5 milliónir tons. ??tbreiðslan av sild var eins og undanfarin ár. Mest var at síggja í økjunum í ein útnyrðing úr Føroyum og eystan og norðan fyri Ísland (Mynd 2).

Nøgdin av svartkjafti hevur verið kannað síðani 2016 í hesum kanningunum. Vísitalið fyri svartkjaft var 2 milliónir tons, sum er 11% lægri enn í 2017. Svartkjaftur var at síggja so at siga í øllum kanningarøkinum, burtursæð frá økjunum við køldum sjógvi í Eysturgrønlandi og norðan fyri Ísland (Mynd 3).

Kanningin er skipað sum altjóða felags kanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi, Danmark og Grønlandi. Tróndur í Gøtu var leigaður til føroysku kanningarnar.

Les alla frágreiðingina her

Mynd 1.??tbreiðsla og nøgd (kg) av makreli í yvirlitstrolingini summarið 2018.

Mynd 2.??tbreiðsla og nøgd (ekkóvirðir) av norðhavssild summarið 2018.

Mynd 3.??tbreiðsla og nøgd (ekkóvirðir) av svartkjafti summarið 2018.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder