2016-08-18 21:46
Leygarkvøldið 20. august skipar Bygdarfelagið Glæman, á fimta sinni, fyri Urðadansi niðri í Urð í Kvívík.
Hettar er blivið eitt afturvendandi tiltak, sum fleiri og fleiri fólk hava tikið til sín, og hettar eru kvívíkingar sjálvandi sera fegnir um.
Í ár hava tey fingið Rannvu Vesturklett og Jóannes Jakobsen at spæla til dansin.
Fyrr um kvøldið, klokkan 21:00, verða tvær konsertir við ávikavist ??ssuri Kristiansen og Kristinu Bærendsen.
Kristina er ein av okkara fremstu country sangarindum, og ??ssur er kendur úr tónleikaumhvørvinum í Vestmanna. Millum annað var hann við at manna bólkin Thunder Boys, sum í sínari tíð var ein av Føroya bestu dansibólkum. ??ssur hevur røtur úr Kvívík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald