Ítróttur

Upptakt: 07 Vestur - KÍ

...

2014-09-27 05:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leygardagin 27. septembur kl. 15:00 spæla menninir í 1. deild hjá 07 Vestur seinasta heimadystin í ár, tá ið teir taka móti KÍ. 07 Vestur liggja á øðrum plássi, og, skulu teir gera sær vónir um uppflyting, er sigur eitt krav. Mótstøðuliðið, KÍ, berjist fyri at yvirliva í deildini. Fyri báðar partar er altso talan um avgerandi stig.

Sum nevnt er 1. deildarliðið hjá KÍ í álvarsligum niðurflytingarvanda trý stig frá bjargini. Tapa teir og HB tekur eitt stig sunnudagin, er niðurflytingin eitt faktum, nakað sum KÍ als ikki kann liva við. Burtursæð frá avsmurninginum móti TB fyrst í august, hevur gongdin annars ikki sæð so galin út, við 12 stigum seinastu 8 dystirnar. Les meira við at trýsta her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder