Vinna

Uppskotið hjá FF hevði verið betri, enn skipanin vit hava í dag

...

2018-08-24 12:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Eg haldi at tað Anfinn sigur her, er bara ein staðfesting av, at uppskotið hjá FF hevði verið betri, enn skipanin vit hava í dag. Við uppskotið hjá FF legði upp til at tilfeingisgjaldið bleiv ein ávísur %partur av virðinum, søluni av veiddum fiski, við einum ásettum minstaprísi yvir eina uppboðssølu, og sami %partur av allari virðisøking bleiv býttur ímillim landið og kommununa har virðisøkingini gekk fyri seg. 70/30, sum partafelagsskattur, tá hevði landskassin fingið 70% av øllum tilfeinginum og tess virðisøking.

Soleiðis sum eg skilji greinina hjá Anfinn Olsen, so betala japanarnir somikið nógv meira fyri nótafisk, at hann kann keypa rættindi, ófiskaðan fisk, fyri góðar 6 krónur fyri kilo'ið. Grundgevingin fyri at forsvara ørskapinum, er at teir keyptu nýtt skip í fjør, sum fiskaði makrelin bara við nót, og hann gjørdi avtalu við Pelagos um ein marknað í Japan sum eftir øllum at døma er onki minni enn fantastiskur, men fyri hvønn!?

Prísurin fyri nótafiskin hjá Høgaberg lá góð 75 oyru meira fyri kilo makrel í fjør, í mun til trolfisk.

Man kundi spurt hvussu avtalan við Pelagos Ljóðar?

FF hevur lagt fram hugskot um frábýsisrættin, at parturin hjá manningunum verður býttur frá, og virkið arbeiðir fiskin fyri ein ávísan kostnað, og manningarnar hava møgulleika at selja sjálvir, ella søluliðið hjá virkinum tók sær av at selja partin hjá manningini eisini. Tað uppskotið bleiv ikki væl móttikið, men kann tað hugsast at tað er júst ein slík avtala ið er gjørd millum Framherja og Pelagos? Manningarnar hava so ikki merkt nakað til ein supermakrnað í Japan.

Mortan Berjastein
Sjómaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder