Mentan

Ungdómsleiðari settur fyri felags-ungdómsbólkin

...

2016-08-06 13:32 Author image
placeholder

Meinigheitshúsið Saron í Sandavági og missiónshúsið í Miðvági hava, frá 1. august 2016, sett Richard H. Johansen sum ungdómsleiðara fyri felags-ungdómsbólkin í húsunum. 

Richard er 34 ára gamal, er giftur við Ellen og tey eiga eina dóttur. Hann arbeiðir dagliga sum flogtekniskur leiðari hjá Atlantic Airways. Hann hevur í nógv ár verið virkin í missiónshúsinum í Miðvági, m.a. sum leiðari av tekniska økinum. 

Umframt, hevur hann fingist nógv við tónleik og spælt við fleiri bólkum, men vit kenna hann helst best aftanfyri trummurnar í væl umtókta bólkinum Blátt Gras. 

Richard verður innsettur á møtinum Miðvági, sunnudagin 7. august kl. 18. 

??ll eru sjálvandi vælkomin at taka lut og heilsa uppá nýggja ungdómsleiðaran.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder