Í dag 26. februar fer Ungdómsins ??tnorðurráð at handa móðurráði sínum eitt álit, sum ungdómsráðið skrivaði í fjør.
Ungdómsins ??tnorðurráð er eitt ungdómspolitiskt samstarv millum Føroyar, Ísland og Grønland, vi?? eyglei??arum úr nor??ur Noreg, sum Norrøna Ungmannafelag Føroya hevur tiki?? stig til.
Hetta vikuskiftið hevur ??tnorðurráðið fund í Føroyum, og tað er í hesum sambandi, at ungdómsráðið fer at handa teimum tey viðmæli, sum tey halda kunnu vera við til gera londini í útnorði eitt betri stað fyri ungdómin.
??r ungdómsráðnum koma tríggir ungdómspolitikkarir ??? ein úr hvørjum landi ??? at leggja viðmælini fram. Hesi eru Tráin P. Nónklett úr Føroyum, Dóra Björt Guðjónsdóttir úr Íslandi og Henrik Thomsen úr Grønlandi.
??r álitinum ber til at lesa, at ungdómurin ynskir, at meiri dentur verður lagdur á sálarliga heilsu hjá ungum, stóra tørvin á íbúðum, útbúgvingartilboð, nýskapan innan nýggjar vinnur og meiri inklusjón av ungum í demokratiskum tilgongdum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald