Mentan

Ung í dansi í Hesti

...

2019-09-09 14:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vikuskiftið 20. til 22. september 2019 verður skipað fyri tiltakinum Ung í Dansi í Hesti. Her møtast ung í aldrinum 12 til 30 ár at dansa føroyskan dans saman. Tað er ungdómsfelagið í Sláið Ring ??? Ung í Dansi ??? ið skipar fyri. Hetta hevur verið afturvendandi tiltak í nógv ár, føroyskum dansi at frama. Vit møtast sum vanligt til eitt vikuskifti við nógvum dansi, spølum og hugnasum heild. Eisini kemur onkur at fortelja um eitthvørt viðvíkjandi føroyskum dansi.


Tiltakið er rúsfrítt og ókeypis!

Tit kunnu tekna tykkum, við at skriva eini privatboð til Róðu Bødvarsdóttir á Facebook, ella við at skriva ein teldupost til [email protected].

Vónandi síggjast vit ??? og um nakrir spurningar eru, so spyrjið endiliga!

Tekningarfreist 16. september 2019.

Nærri kunning viðv. ferðing o.ø. kemur seinni á sr.fo.

Eisini verður aðalfundurin hjá felagnum Ung í Dansi leygarkvøldið 21. september 2019 kl. 18 í Hesti.

Sigið endiliga øðrum áhugaðum frá!!!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder