Í januar letur stór føroysk myndlistaframsýning upp í Paris við verkum eftir Hansinu Iversen, Rannvu Kunoy, Zacharias Heinesen og Ingálv av Reyni. Framsýningin verður í hølunum Le Bicolore í La Maison du Danemark á Champs-??lysées.
Framsýningin ber heitið ???Un éclat de soleil???, ið er bygt á sálmin hjá Kingo "Sum ígjøgnum sortar skíggja, kemur fram hin gylta sól".
Sólarljósið í útnorðri hevur ein serstakan og týðandi leiklut í føroyskari myndlist. Evnið í framsýningini er ljósið í føroyskum málningum, ið bæði eru figurativir og abstraktir. Samstundis lýsa verkini og framsýningin eina gongd gjøgnum føroyska myndlistasøgu í 20. og 21. øld.
Kinna Poulsen er kurator fyri framsýningini, ið er hin fyrsta serføroyska listaframsýningin í Paris. Framsýningin verður fyriskipað av Uttanríkis- og mentamálaráðnum, donsku sendistovuni í Paris og La Maison du Danemark í samstarvi við Listasavn Føroya. Framsýningin letur upp 13. januar og er opin fram til 13. mars 2022. Meira kunning um framsýningina er at finna á heimasíðuniwww.lebicolore.dk(á fronskum).
Føroyar í Paris 2022Listaframsýningin er partur av einum føroyskum mentanarátaki í Paris, ið verður fyriskipað av Uttanríkis- og mentamálaráðnum í samstarvi við Sendistovu Føroya til Evropasamveldið, donsku sendistovuna í Paris, La Maison du Danemark og Visit Faroe Islands.
Umframt listaframsýningina fevnir átakið um eina røð av føroyskum tiltøkum innan bókmentir, tónleik, film og sniðgeving, ið verða í Paris í tíðarskeiðinum januar til mars 2022. Tiltøkini verða fyriskipað í samstarvi við ávikavist FarLit, Faroe Islands Music Export, Filmshúsið og ein bólk av føroyskum sniðgevum. Endamálið við átakinum er at sýna fram føroyska mentan og list, og birta undir mentanarsamstarv millum Føroyar og Frakland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald