2017-04-28 13:09
Mikukvøldið høvdu nógv fólk leitað sær oman í Reinsaríið, tá skipað var fyri evniskvøldi um plastdálking í sambandi við Umhvørvisvikuna 2017.
Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini, beyð vælkomin og helt røðu í sambandi við setanina av Umhvørvisvikuni 2017.
Tveir fyrilestrar um plastdálking vóru á skránni. Annar fyrilesturin var við Jóhannis Danielsen, lívfrøðingi frá Fróðskaparsetur Føroya, um skaðilig árin av plastdálking á sjónum. Hin fyrilesturin var við Henrik Beha Pedersen um alheimsplastdálkingina. Henrik Beha Pedersen er stovnari av felagsskapinum Plastic Change (www.plasticchange.dk)
Umframt tveir fyrilestrar um plastdálking, so var eisini handan av Grønu Virðislønini 2017 frá Tórshavnar kommunu og Grønu Gávuni frá Etika. Somuleiðis varð Umhvørvistuðulin 2017 hjá Tórshavnar kommunu latin.
Umhvørvistuðulin 2017
Tórshavnar kommuna letur á hvørjum ári 250.000 kr. í umhvørvisstuðli til verkætlanir, sum menna vitanina um umhvørvið, virka dálkingarfyribyrgjandi, virka orku- og tilfeingissparandi, verja landsløg, djóra- og plantusløg og kunna almenningin um umhvørvisviðurkskifti.
Í ár fekk kommunan 21 umsóknir, harav 5 hava fingið tillutað stuðul. Hesar eru:
1.Plantuskúli - læra at sáa og velta, kr. 15.000 (Maud Wang Hansen)
2.Láni-trillibørur í Nólsoy, kr. 20.000 (Vígdis Bjarnadóttir og Ívar Bærentsen)
3.Listatiltøk fyri børn við fokus á náttúru, kr. 24.900 (Marna Olsen)
4.Ein velta full í ókrúti/Dyrka ókrút, kr. 50.000 (Tjóðhild Patursson og Barbara Andreasen)
5.Endurnýtsluverkætlan við Frítíðarskúlan við Botnánna og ??thangið í Kollafirði, kr. 88.800 (Connie Lassen)
Grøna virðislønin frá Tórshavnar kommunu
Grøna virðislønin frá Tórshavnar kommunu verður latin persóni, stovni ella fyritøku, sum á onkran hátt hava gjørt eitthvørt umhvørvisvinarligt átak, verkætlan ella annað, sum er umhvørvinum at frama.
Í ár varð Grøna virðislønin latin Á-samtakinum fyri teirra Matoyðsl-app.
Endamálið við hesi Matoyðsl-app???ini er at minka um matoyðsl, soleiðis at matur, sum er frískur og kann etast, ikki endar í skrellispannini.
Á-samtakið hevur verið við til at seta matoyðsl á skrá í Føroyum, og við Matoyðsl-app???ini ynskir Á-samtakið at minka um matoyðsl og harvið eisini minka CO2-útlátið. Hetta hevur stóran týdning fyri okkara umhvørvi.
Grøna gávan frá Etika
Grøna gávan frá Etika er peningur fyri sølu av vatni á Etika, sum óskerdur verður latin einstaklingi, fyritøku, stovni ella felagsskapi, til umhvørvisendamál. Í 2017 er henda upphæddin kr 44.120.
Grøna gávan frá Etika 2017 verður latin felagsskapinum Ringrás.
Ringrás er ein nýggjur umhvørvisfelagsskapur, sum uppá stutta tíð hevur megnað at varpa ljós á burturkast og órudd kring Føroyar við serligum denti á plastburturkast.
Plastburturkast í náttúruni ein álvarsligur trupulleiki í heiminum. Við at varpa ljós á hetta, verða vit áhaldandi mint á, at vit skulu taka ábyrgd fyri egnari dálking, eins og vit síggja, hvussu dálking úr øðrum londum eisini endar hjá okkum.
Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og Umhvørvisnevndini
Jóhannis Danielsen, lívfrøðingur á Fróðskaparsetri Føroya
Henrik Beha Pedersen frá Plastic Change
Góð luttøka til evniskvøld um plastdálking.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald