Tíðindi frá Heim & Skúla:
Í dag og í gjár varð norðurlendskur fundur hildin í Keypmannahavn fyri umboð í landsfeløgunum hjá foreldrum at fólkaskúlanæmingum. Tey umboðandi londini vóru Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland, Ísland og Føroyar.
Tvey umboð vóru fyri hvørt land, og hetta er fyrstu ferð í nógv ár, at Føroyar luttaka í hesum samstarvi. Fyri Føroyar vóru Mildrid á Lógv og Lisbeth Næs, báðar úr skúlastýrinum á Skúlatrøð, ið umboðaðu tað føroyska foreldrafelagið Heim & Skúli.
Høvuðsevnið á fundinum var happing millum fólkaskúlanæmingar. Helle Rabøl Hansen, lektari og granskari í happing, hevði eina framløgu um hetta evnið. Aftaná hevði umboð fyri hvørt land eina stutta framløgu um, hvussu teirra skúlar og teirra feløg vóru við í arbeiðinum um trivnað og happing.
Mildrid, ið er nevndarlimur í Heim & Skúla, hevði eina framløgu um virksemið hjá Heim & Skúla, stutta kunning um tann føroyska fólkaskúlan og um, hvussu Heim & Skúli hevur verið við til at arbeitt við evninum happing og trivnaði.
Seinni var NoKo fundur ??? stytting av Nordisk Komité ??? har m.a. ein ráðstevna í Oslo varð planløgd til komandi ár.
At enda varð vitjað á Sophienborgskúlanum í Hillerød, har arbeitt verður professionelt við happing. Trivnaðurin millum næmingarnar er høgur, happingin lítil og stórt nøgdsemi er millum foreldur á hesum skúla.
Tveir dagar við vitanardeiling millum foreldrafeløgini, er nakað sum styrkir norðurlendskt samstarv og gevur limunum betri førleikar bæði í Heim & Skúla nevndararbeiði og skúlastýrisarbeiði. Í síðsta enda kemur hetta fólkaskúlanæmingunum til góðar.
Ein neyvari frágreiðing frá tiltakinum verður á aðalfundinum hjá Heim & Skúla, sum verður í Skúlanum á Argjahamri leygardagin 22. apríl.
Mentan
Umboð fyri Heim & Skúla á norðurlendskum fundi
...
2017-03-24 09:18
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald