Í hesum døgum er ein stórur treylari ávegis til Ukraina við neyðhjálp frá føroyingum. Tað er hjálparfelagsskapurin Neyðhjálparbussurin við Jóhannu og Anskar Hansen, sum sendir neyðhjálpina.
Treylarin hevur um 80 m3 metrar av klæðum v.m., og er hettar 4. treylarin, sum
Neyðhjálparbussurin sendir í ár. Ein er sendur fyrr í ár til Ukraina og tveir
eru sendir til Moldova. Harafturat fór fullur bussur av neyðhjálp til Moldova í
september.
Hesaferð fer neyðhjálpin heilt eystur í Ukraina, har ófriður
hevur valdað í longri tíð.
Støðan hjá fólkinum har eysturi er ófatuliga ring. Nógv hava
mist alt tey áttu, og rættuliga nógv eru rikin frá teirra heimum. Tey eru tí
rættuliga glað fyri tað hjálp tey fáa úr Føroyum, sum fyri tað nógva eru útvald
heit klæðir.
Ein kirkja uttanfyri býin Donensk, har kríggið móti russum
var uppá tað harðasta, er okkara samstarvsfelagið. Hendan kirkjan stendur fyri
útbreiðsluni av klæðunum.
Kirkjan tekur sær av fleiri hundrað flóttafólkum og krígsofrum,
og støðan er ómenniskjalig nú kuldin er komin.
Hesi fólk vilja so hjartaliga takka føroyingum fyri hjálpina,
og tey siga, at tað er ófatuligt og sera fjálgt, at eitt so fjarskotið land, sum tey als onki visti um, hugsar um
tey. Bert tað er í sær sjálvum ein stórur uggi í teirra gerandisdegi.
Í Ukraina eru eisini nógvir innanlands flóttar, sum flýggja
vestureftir í landinum. Hesi eru eisini sera illa fyri, og ein av komandi
døgunum fer Neyðhjálparbussurin at senda pening til mat til teirra.
Um tú ynskir at lata eina peningagávu til mat til hesi
neyðars fólk, so kanst tú stuðla við at lata eina peningagávu á konto 9865
9931400. Á henda hátt fært tú eisini ávirkan á, hvussu nógvur matur kann
keypast til hesi neyðars fólk, nú háveturin leikar á hjá teimum.
Í hesum døgum er ein stórur treylari ávegis til Ukraina við
neyðhjálp frá føroyingum. Tað er hjálparfelagsskapurin Neyðhjálparbussurin við
Jóhannu og Anskar Hansen, sum sendir neyðhjálpina.
Treylarin hevur um 80 m3 metrar av klæðum v.m., og er hettar 4. treylarin, sum
Neyðhjálparbussurin sendir í ár. Ein er sendur fyrr í ár til Ukraina og tveir
eru sendir til Moldova. Harafturat fór fullur bussur av neyðhjálp til Moldova í
september.
Hesaferð fer neyðhjálpin heilt eystur í Ukraina, har ófriður
hevur valdað í longri tíð.
Støðan hjá fólkinum har eysturi er ófatuliga ring. Nógv hava
mist alt tey áttu, og rættuliga nógv eru rikin frá teirra heimum. Tey eru tí
rættuliga glað fyri tað hjálp tey fáa úr Føroyum, sum fyri tað nógva eru útvald
heit klæðir.
Ein kirkja uttanfyri býin Donensk, har kríggið móti russum
var uppá tað harðasta, er okkara samstarvsfelagið. Hendan kirkjan stendur fyri
útbreiðsluni av klæðunum.
Kirkjan tekur sær av fleiri hundrað flóttafólkum og krígsofrum,
og støðan er ómenniskjalig nú kuldin er komin.
Hesi fólk vilja so hjartaliga takka føroyingum fyri hjálpina,
og tey siga, at tað er ófatuligt og sera fjálgt, at eitt so fjarskotið land, sum tey als onki visti um, hugsar um
tey. Bert tað er í sær sjálvum ein stórur uggi í teirra gerandisdegi.
Í Ukraina eru eisini nógvir innanlands flóttar, sum flýggja
vestureftir í landinum. Hesi eru eisini sera illa fyri, og ein av komandi
døgunum fer Neyðhjálparbussurin at senda pening til mat til teirra.
Um tú ynskir at lata eina peningagávu til mat til hesi
neyðars fólk, so kanst tú stuðla við at lata eina peningagávu á konto 9865
9931400. Á henda hátt fært tú eisini ávirkan á, hvussu nógvur matur kann
keypast til hesi neyðars fólk, nú háveturin leikar á hjá teimum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald