Týsdagin 18. november kemur ein nýggj bók út: ???Trolaralív ??? søgur úr Barentshavinum???. Tað er Torleif Johannesen, sum hevur skrivað bókina.
Bókin er 175 síður og hevur 102 myndir.
Í bókini eru 28 samrøður og upplýsandi greinar um lívið og arbeiðið hjá føroysku sjómonnunum umborð á langfaratrolarunum Ennibergi, Sjúrðarbergi, Akrabergi og Gadusi. Greinarnar vórðu skrivaðar í mars og apríl í ár, tá ið høvundurin vitjaði umborð á trolarunum, meðan teir fiskaðu í Barentshavinum. Í bókini er kunning um allar 4 trolararnar, tveir yrktir føðingardagssangir, frágreiðing frá fyrsta møtinum umborð á øllum 4 trolarunum og kort yvir Barentshavið, sum vísir, hvar trolararnir vanliga royna.
Harafturat er ein persónlig frágreiðing frá høvundanum um ferðina.
Bókin verður at fáa í Nesvík og í bókahandlunum um landið og kostar 248 krónur.
Í ummæli sínum á baksíðuni skrivar Ingolf S. Olsen, journalistur, millum annað: Hvørt skip á sjónum er sín egni, serstaki siglandi heimur, har lívið verður livað nærum leyst av tí, ið fyriferst á landi. Hetta er ein heimur, sum nógv á landi als einki kenna til, og tí er henda bókin serliga kærkomin. Umframt allar tær góðu søgurnar umborð á Ennibergi, Sjúrðarbergi, Akrabergi og Gadusi fær lesarin eisini nógva ítøkiliga vitan um skipini, fiskiskapin og viðurskiftini í Barentshavinum. Tú verður drigin við umborð av hesi løtumynd, ið rithøvundurin við sínum lætta frásøguhátti, máli og góðu myndum gevur av lívinum umborð á føroysku langfaratrolarunum.
Í sambandi við at bókin kemur út, verða hesar framløgur:
Týsdagin 18. nov. kl. 16.00:
Á skrivstovuni hjá Føroya Fiskimannafelag, Bryggjubakki 14, í Havn.
??ssur Kjølbro frá Heimamissiónsforlagnum bjóðar vælkomin. Høvundurin greiðir frá søguni aftan fyri bókina, og Ingolf S. Olsen, journalistur, umrøður hana. Martin Joensen syngur. Fiskimannafelagið bjóðar drekka.
Týsdagin 18. nov. kl. 19.30:
Í Tofta skúla.
??ssur Kjølbro frá Heimamissiónsforlagnum bjóðar vælkomin. Høvundurin greiðir frá søguni aftan fyri bókina, og Jóhanna Thomsen greiðir frá uppsetingini. Kórið hjá Undirhúsinum og Petur Hans syngja. Sjómanskvinnuringurin bjóðar drekka.
Mikudagin 19. nov. kl. 19.00:
Í Býráðshøllini í Klaksvík.
Signhild Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini, og ??ssur Kjølbro frá Heimamissiónsforlagnum bjóða vælkomin. Høvundurin greiðir frá søguni aftan fyri bókina, og Snorri Brend, tíðindamaður, umrøður hana. Systrarnar av Strondum syngja. Býráðið bjóðar drekka.
??ll eru vælkomin! Høvi verður at keypa bókina og fáa hana signeraða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald