2017-09-09 18:16
Seinastu 3. dagarnar hava tað verið boð eftir bjaringartyrluni hjá Atlantic Airways fýra ferðir. Afturat tí so hevur Rescue Lív gjørt ein sjúkraflutning í gjár.
Klokkan 16:52 seinnapartin kom ein fráboðan til MRCC støðina í Havn, at neyðugt var at fáa flutt ein persón av Sandoynni, og yvirum á meginlandi á Landssjúkrahúsið.
Boð vóru send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, og lendi hon í Skopun klokkan 17:15, har hon fekk persónin umborð, og flutti hann til Havnar, har hon lendi við Landssjúkrahúsið klokkan 17:21.
Yvirlit yvir sjúkraflutningarnar seinastu 3. dagarnar.
| Dagfest | Frá | Til | ||
|---|---|---|---|---|
| 09-09-2017 | Skopun | Landssjúkrahúsið | ||
| 08-09-2017 | Skopun | Landssjúkrahúsið | ||
| 08-09-2017 | Nólsoy (Rescue Lív) | Tórshavn | ||
| 08-09-2017 | Froðba | Landsjúkrahúsið | ||
| 07-09-2017 | Skopun | Landssjúkrahúsið |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald