Ein nýggjur kapittul verður nú skrivaður í Miðvági. Við HáDYGD verður grundarlag lagt undir at føra virksemið hjá Grant víðari, og kendu hølini fara framvegis at vera karmur um virksemi innan vindeygu og hurðar.
HáDYGD fer at fáast við framleiðslu, montering og viðlíkahald av vindeygum og hurðum fyri kundar kring alt landið. Sjálv framleiðslan fer fram partvíst í Føroyum og partvíst í Danmark. Tað verður sostatt ikki framleitt uttan fyri Føroyar ella Danmark.
Tey, sum standa aftan fyri HáDYGD, hava øll sera drúgvar royndir á marknaðinum. Hesar royndir eru eitt týðandi grundarlag undir nýggja felagnum og menningini av virkseminum.
Sum navnið HáDYGD ber boð um, verður stórur dentur lagdur á góðsku. Ambitiónin fevnir tó um meira enn sjálva vøruna. Nýggi stjórin leggur dent á, at bæði góðskan og tænastan skulu vera tær bestu í landinum og HáDYGD leggja seg eftir, at vera tann veruligi “problem-knekkarin” á tí føroyska hurða- og vindeygamarknaðinum. Við hesum setur felagið sær høg mál fyri tað, sum kundarnir skulu kunna vænta av HáDYGD.
Við at yvirtaka virksemið og halda fram á sama stað verður samstundis bygt víðari á eitt vinnuligt grundarlag, sum longu er til staðar á oynni.
At virksemið heldur fram, hevur týdning langt út um sjálvan bygningin. Ein fyritøka er eisini partur av einum størri samanhangi við arbeiðsplássum, veitarum, handverkarum og kundum. Tá virksemi verður varðveitt í nærumhvørvinum, fer hetta tí eisini at skapa ringvirkningar fyri fleiri aðrar vinnur og tænastur.
Fyri Vágar er tað ein fyrimunur at hava eitt fjølbroytt vinnulív, har eisini framleiðsla og handverk hava sítt pláss. Slíkt virksemi gevur møguleikar at arbeiða og menna førleikar á oynni og kann vera við til at styrkja grundarlagið undir øðrum vinnuligum átøkum. Tí er nýggja byrjanin hjá HáDYGD viðkomandi fyri alla oynna.
Eisini fyri føroyska byggivinnu og fólk, sum skulu byggja ella umvæla, hevur tað týdning, at fleiri veitarar eru á marknaðinum. Fleiri valmøguleikar geva kundunum betri møguleika at samanbera loysnir, prísir, góðsku og tænastu.
Á einum lítlum marknaði sum tí føroyska kann tað merkjast væl, tá ein veitari hvørvur. At virksemið hjá Grant nú verður ført víðari undir navninum HáDYGD, er tí við til at varðveita valmøguleikar og stimbra kappingina. Hetta fer tí at koma bæði privatum kundum, handverkarum og størri byggiverkætlanum til góðar.
Við HáDYGD fær vinnulívið í Miðvági eina nýggja byrjan í kendum kørmum. Drúgvar royndir, álit og høg mál fyri góðsku og tænastu skulu mynda næsta kapittulin, sigur Jákup Olaf Johannesarson at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald