2026-10-30 16:19
Andakt
Um allahalguna
”Sæl eru tey, ið syrgja, tí at tey skulu fáa troyst. Matt. 5
Tíðin lekir øll sár, verður sagt. Men tíðin lekir ikki alla sorg. Tíðin er á tann hátt ikki ein heilivágskurur, sum grøðir sorgina. Missurin av einum hjúnafelaga, einum barni, av foreldrum og teimum, sum standa okkum nær, kann vera svárur, og sorgin kann níva fast.
Í kirkjuni síggja vit sorgina sum naturlig fylgja av missinum av einum menniskja, ið gav lívinum meining. Kirkjunnar uppgáva er at vera um hin syrgjandi, og at skapa meining við restini av lívinum.
At troyst er at heinta í kirkjuni, eru fleiri nú aftur vorðin varðug við. Eisini hoyra vit at fólk í øðrum londum eru farin at leggja meira merkið til guðstænastuna í allahalguni. Royndin at gera deyðan anonyman við grøv hinna ókendu ella felagsgravir á kirkjugarðinum, er av fleiri avloyst av størri tilvitan um, hvønn vit eiga at byggja lív okkara á.
Troystin, ið kirkjan eigur at hava til tey syrgjandi, er, at isolatiónin, avmaktin og tað sum er fari í sor í tí innara menniskjanum, ikki skal fáa seinasta orðið. Tað gevur vitan og meining hjá fleiri at sita í bríkunum í kirkjuskipinum og hoyra orðið vera boðað, orðið um kristnu vónina, ið røkkur út um hetta lívið.
Koma yvir sorgina vilja tey fagstu nokk siga er ógjørligt. Sorgin skal finna sítt pláss, og tað kann kirkjunnar boðan hjálpa við. Onkuntíð hoyra vit menniskju koma við orðum og ráðgevingum, sum tey halda er tann veruliga loysnin: ”Royn og kom yvir tað!” verður sagt. Helst eru orðini væl meint, men lítið umhugsa. At klúgva upp um høga fjallið, sum sorgin er, eru tað tey fægstu sum orka í støðuni. Hin syrgjandi eigur hvørki at koma yvir sorgina ella uttan um hana, men ígjøgnum hana. Av røttum skrivaði Lina Sandell: Tað, ið Guð ikki leiðir okkum uttanum, tað leiðir hann okkum ígjøgnum. Ella tá ið sagt verður við hin syrgjandi: Tað er bara at hyggja frameftir, tí handan skýggini er luftin altíð blá! Vit kunnu spyrja: Hyggja fram eftir – fram móti hvørjum? Hvat sær hin syrgjandi framman fyri sær, sum beint nú hevur mist tað kærasta, hann átti? Ein gráan múr, tómleika, myrkur, meiningsloysi. Tað er einki at hyggja fram ímóti.
Amerikanska halloweenfestin við lýsandi graskerum og børn ílatin sum spøkilsir hevur vunnið so nógv fram, at tað er við at skugga fyri tí upprunaliga týdninginum av allahalguni.
Vónin er, at komandi ættarlið ikki bara seta deyðan í samband við at fagna myrkri, óhugna og bangilsi, men við eina fatan av, at deyðans vald er brotið, og at tað er eitt ævigt lív, har uggi er fyri allari sorg.
Sum protistantar trúgva vit, at eitt halgimenni er ein, ið øll trúgvandi kristin gerast, tá ið lívið er enda. Tey hava øll verið nakað serligt fyri Guð, og á hvør sín hátt hava havt týdning fyri medmenniskja. Á tann hátt er Alla halgan ein tíð at minnast í.
Tá ið vit minnast ein, sum deyður er í trúnni á Jesus, kunnu vit gera tað við gleði um tað, ið Guð gav okkum við hesum menniskja. Vit kunnu minnast hann ella hana vitandi um, at tey nú eru í Guðs hondum. Hetta verður sagt í tekstinum um tey, ið vera prísað sæl; har Jesus talar um menniskju, ið ikki vóru sæl, men sum hann nú sigur eru sæl. Hví tey eru sæl ella hjartans eydnurík, kemur hann ikki nærri inn á. Tað er ikki tí at tey hava gjørt nakað serligt fyri at gerast tað. Tað er Guð, ið sigur at tey eru sæl. At vera sælur merkir, at vera í einari vælsignaðari støðu.
Jóhannes ápostul er hann, ið skrivar um tað. hann sá í einari sjón ac Guðs ríkis framtíð. Vi hoyra um menniskju, sum koma úr øllum fólkasløgum, einaferð skulu standa rein og rættvís fyri Guðs trónu. Tey skulu ikki longur hungra og tyrsta og Guð skal turka tárini av eygum teirra. Alt er vorðið nýtt, og einki ónt skal vera longur.
Tá ið eitt menniskja doyr, syrgja vit. Men sorgin hjá einum guðsbarni gongur hond í hond við vissuni um, at vit einaferð skulu rísa upp, eins og Jesus reis upp frá deyðum. Sálin livir hjá Guði, tá ið vit á foldum hava drigið seinasta andadrátt. Hóast tað ganga mong, mong ár og eingin longur minnist okkum, verða vit ongantíð gloymd av Guði.
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald