Kirkjuliga Missiónsfelagið - Dan Jógvan Eliassen, 2,8-14:
Og tað vóru hirðar har í sama bygdarlaginum, sum lógu úti á markini um náttina og goymdu at seyðafylgjum sínum. Og sí, eingil Harrans stóð hjá teimum, og dýrd Harrans ljómaði rundan um teir, og teir vórðu ógvuliga óttafullir. Og eingilin segði við teir: »??ttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði! Og hetta skulu tit hava til merkis: Tit skulu finna eitt barn reivað og liggjandi í eini krubbu.« Og í somu stund var hjá einglinum ein fjøld av himmalskum herskarum, sum lovaðu Guði og søgdu: »Heiður veri Guði í hægsta himli, og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki!«
Tá ið vit hava hendan tekstin framman fyri okkum, eru tað fá, sum ikki kenna hesi orðini ógvuliga væl, trúgvi eg. Men tá ið ein kennir ein tekst so væl, hevur hoyrt hann so ofta, er tað ikki altíð, at man gevur sær far um, hvat teksturin í verðuleikanum sigur.
Vit skulu nú hyggja nærri eftir, hvat tað er, sum einglarnir siga við hirðarnar.
Fyrst sigur eingilin, at hann kunngerð teimum eini gleðiboð, sum skulu vera fyri alt fólkið.
Tá ið eingilin sigur tað, so meinar hann ikki bara Ísraels fólk, ella bara tey, sum hava skikka sær væl, ella hvønn part av fólkinum, man vil gera til ein serbólk. Nei, eingilin segði, at hesi gleðiboðini skuldu vera fyri alt fólkið. Har eru tú og eg íroknaði.
Okkum er í dag ein frelsari føddur. Hvat skuldi hesin frelsarin frelsa okkum frá? Hava vit brúk fyri einum frelsara?
Í Matt.1,21 stendur:???Og hon skal føða ein son, og Jesus skalt tú kalla navn hansara, tí at hann skal frelsa fólk sítt frá syndum teirra.???
Tað er ikki vist, at tú og eg halda, føla ella síggja, at okkara synd er so farlig, ella at vit eru so stórir syndarar, at vit hava brúk fyri einum frelsara. Men lesa vit í Guðs orðið, so síggja vit har, hvussu Guð sær uppá tað. Og hann sær, at vit hava fyri neyðini, at ein doyr fyri okkum, soleiðis at vit ikki skulu doyggja.
Vit hava ofta eina romantiska mynd av jólunum, og hava lyndi til at hugsa, at tað hevur verið so hugnaligt í fjósinum. Men, hugsa tær, at hann, sum var í Guðs mynd, læt seg úr henni og gjørdist monnum líkur, bleiv føddur millum djórini í einum fjósi og setti seg so lágt, at hann tók á seg skyldina fyri syndina, sum hvørt menniskja á jørðini hevur gjørt, og so doyði hann fyri hana á krossinum, fyri at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív (Fil. 2,6..; Jóh. 3,16). Fyri Jesus var tað ein kaldur heimur at koma inní og tað var ikki pláss fyri honum í tilhaldshúsinum í Betlehem (Luk.2,7).
Men fyri okkum var hansara koma í heimin veruliga eini stór gleðiboð. Hugsa tær, at Guð sjálvur kemur niður til okkara, fyri at opna okkum vegin innaftur í Paradís. Og tá ið hesi gleðiboðini eru fyri alt fólkið, so áttu tey eisini at komið heilt til ytstu endamark á jørðini.
Men tá ið vit eru von við at hoyra tað ár eftir ár, so kunnu okkara oyru blíva sløv, og vit leggja ikki til merkis, hvat tað er, vit hoyra, og tí er tað kanska heldur ikki líka spennandi at fortelja víðari. Men, sum syndarar, høvdu vit ikki havt nakra vón, uttan at vit fingu ein frelsara, sum Jesus. Um vit skulu síggja, hvussu alvorliga Guð sær uppá syndina, so skulu vit hyggja uppá krossin, har sum Jesus hekk. Har síggja vit, hvussu ein syndari verður viðfarin av Guði. Tað er at vera undir Guðs banning. Tí : ???(???) at skrivað er: »Bannaður er hvør tann, sum á træi hongur« (Gal.3,13)
Upprunaliga skapti Guð okkum til at liva. Og vit, sum eru fødd inn í hendan heim, eru fødd til at liva. Guð ætlaði okkum til at liva saman við sær og til at hava felagskap við seg. Men hesin felagskapur bleiv brotin við tað, at menniskjan syndaði. Og skuldu vit nú fáa løn eftir tí, sum vit høvdu uppiborið, so høvdu vit bert uppiborðið hin æviga deyðan. Tí at synd tolir ikki Guð, og løn syndarinnar er deyði. (Rom. 6,23)
Tí var tað neyðugt, at ein maður doyði fyri fólkið. Og tað var hettar, sum Jesus bleiv føddur til. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði!
Jesus bleiv føddur hesa náttina, tí at hann skuldi doyggja og gjalda fyri tað synd, sum vit hava gjørt og fyri tað synd, sum býr í okkum. Jesus bleiv føddur til at doyggja, so at vit kunnu liva. Tí sungu einglarnir: »Heiður veri Guði í hægsta himli, og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki!« Tí at tað er nemmiliga í Jesusi, at vit kunnu hava frið á jørð við Guð og vegna Kristus, at Guð hevur góðan tokka í okkum menniskjum. Tí kann eg við gleði syngja til Jesus:
Hvat Guð av mær má krevja,
eg havi heilt í tær
Tað lív eg skuldi liva,
tú livdi fyri meg
Tann deyð eg skuldi líða,
á krossinum tú leið
Tað stríð eg skuldi stríða,
tú stríddi fyri meg
Máttu jólaboðini, at frelsarin er føddur, birt í okkum av nýggjum, so at jólini í ár blivu eini veruliga gleðilig jól. Og við hesum vil eg ynskja øllum eini gleðilig jól.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald