Vinna

Týdningurin av tílíkum arbeiðsplássi er sjálvandi alstórur

...

2018-08-29 19:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Størsta arbeiðsplássið í oynni, Varðin Pelagic, byrjar nú at virka fisk aftur. Tróndur í Gøtu sigldi inn eftir Trongisvágsfirði á middegi í dag og tað munnu mong hava lagt merki til, tí tá hann legði at, hoyrdist lúðurin um allan fjørðin. Løtan skuldi markerast, tí tað eru næstan 1½ ár síðan seinasta makrellastin varð løgd upp á havnarlagnum.

Týdningurin av tílíkum arbeiðsplássi er sjálvandi alstórur fyri býin og oynna sum heild og tað er tí við gleði, at Tvøroyrar Kommuna kann staðfesta, at nú verður av álvara virksemi á havnarlagnum aftur. Ikki tí, byggivirksemið hevur verið og er framvegis í gongd, men tað er nakað heilt serligt at síggja stásiligu skipini stevna inn eftir fjørðinum.

Tað var ikki hugsingur um at fara inn á virkið í dag, nú alt skal royndarkoyrast aftur. Vit hava tikið eina mynd av virkseminum á suðursíðini og venda aftur við dagførdari grein, tá virkið ordiliga er farið í gongd aftur.

Tvøroyrar Kommuna ynskir Varðanum Pelagic bestu eydnu og framburð komandi, mongu árini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder