2019-05-23 13:38
Tvinni embæti sum sóknarprestur í Norðstreymoy eru lýst leys at søkja. Umsóknarfreistin gongur út 17. juni. Bæði embætini eru tengd at prestagarði, har sóknarpresturin hevur skyldu at búgva.
Í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi er prestagarðurin í Hvalvík. ??kið fevnir um kirkjusóknirnar Tjørnuvík, Haldórsvík, Hvalvík, Saksun og Hósvík.
Í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi er prestagarðurin í Vestmanna. ??kið fevnir um Vestmanna, Kvívík og Kollafjørð.
Embætini verða eftir ætlan sett 1. september. Kirkjuráðini innstilla, og landsstýrismaðurin í kirkjumálum útnevnir sóknarprestin.
Kelda: folkakirkjan.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald