Í morgin, hósdagin 27. juli, fara ikki færri enn 395 føroyingar á Teen-Street legu í Suður-Týska býnum Offenburg. Farið verður við tveimum flogførum úr Vágunum ávíkavist kl.05.00 og kl.12.20 Flogið verður beinleiðis úr Føroyum til Týsklands.
Av hesum eru 249 tannáringar frá 13 ??? 17 ár, og 130 vaksin, sum skula hjálpa til á ymiskum arbeiðsøkjum.
Leiðslan fyri Teen-Street hevur sent út eitt tíðindaskriv, har boðað verður frá, at foreldur, samkomuleiðarar, vinfólk ella kenningar eru vælkomin at vitja á Teen-Street. Vitjunartíðin er hvønn dag frá kl.08:30 til 22:30 Vitjandi gjalda eitt ávíst gjald, sum liggur millum 70,00 og 150,00 krónur, treytað av nær á degnum ein vitjar. Tá er døgurði og nátturði íroknað, og vitjandi eru vælkomin at vera við til øll felagstiltøk uttan meirkostna. Møguleiki er at parkera bilin tætt við Teen-Street økið.
TRYGDIN
Trygdin á Teen-Street er í hásæti. Foreldur og onnur spyrja um hvussu tað er við trygdini við atliti til yvirgangsatsóknirnar í Europa í seinastuni. Til hetta sigur leiðslan í Teen-Street, at eitt trygdartoymið er knýtt til leguna, sum tekur sær av trygdini burturav. Tað er ein væl útbúgvin trygdarløgreglumaður, sum hevur leiðsluna um hendi, sum eisini samstarvar við myndugleikarnar og løgregluna í býnum.
Legan endar týsdagin 01. august, og flogið verður við tveimum flogførum beinleiðis til Føroyar týsdagin 01. august ávíkavist kl. 06:50 og kl.14:20 Flogtíðin er 3 tímar.
SAMBAND
Upplýsingar um addressuna hjá Teen-Street er at síggja á OM.FO Um ein ynskir at koma í samband við Teen-Street er ein vælkomin at ringja til Elisabeth Christiansen, tlf: 224010 - Margareth Djurhuus, tlf: 548104 - Randi Hansen, tlf: 581224 ella Símun Jóanesarson Hansen, tlf: 734040 Eisini ber til at fara inn á heimasíðuna: teenstreet.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald