Tvey tey norðastu húsini á hvalastøðini við Áir standa aftur trygg. Í ár hava handverkararnir ikki verið fullmannaðir á støðini alt árið, men sum heild hilnaðist árið 2016 kortini hampiliga væl.
Perlan, sum var vaktarhús, var í vánaligum standi. Tí hevur verið neyðugt at skift út partar av stórviðinum, vindeygu, klædning og tekju. Kemis, har bótarmolar vórðu framleiddir úr hvalatvøsti, hevur fingið nýggj vindeygu, sperrur og tekju. Ávíst stoypiarbeiði er eisini farið fram í ár.
Ein jarnsmiður arbeiðir í løtuni við at smíða rekkverk til húsini, nevnd Pressuloftið. Tað er neyðugt fyri at tryggja, at fólk ikki ganga seg út av.
Um so, at játtað verður peningur til hvalastøðina í 2017, verður farið í holt við Planin og Eldsmiðjuna. Av øðrum timburarbeiði er at fáa gjørt ventiliatiónkassa til Tørkuna. Tað er eisini arbeiði hjá múrara og jarnsmiði á Kvernuni og Ketilshúsinum, sum liggur og bíðar.
Enn eru avbjóðingar eftir og uppgávur at loysa inni í øllum húsum. Somuleiðis innskipan og kervi við gøtum, farleiðum v.m. úti. Sí annars álitið um økisskipan fyri hvalastøðina við Áir frá 22. oktober 2013,http://cdn.lms.fo/media/2330/hvalastod_alit_20131022.pdf
Eftir ætlan verður arbeiðið at tryggja húsini uttan liðugt komandi ár. Sostatt verður komið á mál við fyrsta stig í 2017.
Timburmeistararnir Jón Láadal, Ingi W. Á Tórgarði og Martin Mørk hava staðið fyri at umvæla húsini, og Vøgg Nyholm Debess hevur verið jarnsmiðurin á støðini.
Arkitektastovan Kontrast hevur byggileiðsluna á støðini við Áir um hendur.Kelda: savn.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald