Í morgun eru tvey ferðamannaskip komin á Havnina, og so seint sum í gjár vitjaði eitt annað, tað var Star Pride.
Silver Wind kom á Havnina klokkan 07:20 í morgun, tað hevur lagt leiðina hendavegin eftir at hava verið í Húsavík í Íslandi. Silver Wind varð tikin í sigling í 1995, og hoyrir heima á Bahamas. Silver Wind er 156 metrar langt og 21 metrar breitt. Skipið tekur 294 ferðafólk og manningin telur 208 fólk.
Hitt skipið er Marco Polo, tað er í skrivandi løtu á veg inn á Havnina úr Nólsoyarfirði. Marco Polo hevur lagt leiðina hendavegin eftir at hava verið í Kirkwall. Marco Polo hevur verið í sigling síðani 1965. Marco Polo er 176 metrar langt og 24 metrar breitt. Skipið tekur 820 ferðafólk og manningin telur 356 fólk.
Bæði skipini vóru eisini á Havnini samstundis í fjør, har myndin eisini er frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald