2014-10-22 22:03
Lisitatión hevur verið á Landsverki í dag um eitt arbeiði í Sandavági og eitt í Sørvági. Onnur verkætlanin snýr seg um at gera vinstrasnaringarbreyt inn í bygdina í Sandavági við kommunuskrivstovuna, og hitt um asfaltering.
Til verkætlanina í Sandavági eigur RTS lægsta boð, sum ljóðar á 1,484 mió. krónur. Eitt lítið sindur hægri eru JHR Entreprenørar við 1,494 mió. krónur. Næsthægsta boð eigur Articon við 2,153 mió. krónur, meðan J&K Petersen eru hægst við 2,562 mió. krónur. Kostnaðarmetingin er 1,518 mió. krónur.
Hin verkætlanin er í Sørvági, har ein gongubreyt skal asfalterast. Her komu tvey boð inn. HJ-Asfalt bjóðar seg at gera arbeiðið fyri 156.000 krónur, og EM-Asfalt fyri 202.000 krónur.
Landsverk fer nú at taka støðu til innkomnu boðiini.
Kelda: lv.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald