Hósdagin 5. mars vardi Turið Hammer ph.d.-ritgerð á Københavns Universitet um tarmbrunasjúkur í Føroyum.
Ritgerðin kallast: ???Inflammatory Bowel Diseases in the Faroe Islands.??? Hon er sett saman av trimum vísindaligum greinum, sum Turið Hammer er fyrstihøvundur á og eini ritgerð við lýsing av granskingini, metodu, tilfari, úrslitum, kjaki, niðurstøðum og perspektivering.
Turið hevur verið innskrivað á Institut for Folkesundhedsvidenskab, Københavns Universitet og hevur arbeitt á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.
Vegleiðarar hennara vóru Elsebeth Lynge, professari á KU, Pál Weihe, professari og leiðari á Deildini fyri Arbeiðs og Almannaheilsu, og Pia Munkholm, professari á KU.
Í metingarnevndin vóru
Rikke Lund, lektari, forkvinna
Tina Kold Jensen, professari
Ola Olén, dr.
Verjan gekk væl. Turið Hammer legði sera væl fram og tað var eitt gott kjak eftir hennara upplegg.
Ph.d.-verkætlanin er stuðlað av Sjúkrakassagrunninum. SíStuðulsyvirlitið
Turið Hammer hevur fingð játtað stuðul til framhaldandi gransking á hesum økinum og fer undir nýggju verkætlanina í næstum. Hendan verkætlanin kallast: ??? Grundir til og kostnaður av høga títtleikanum av tarmbrunasjúkum í Føroyum???.???
Á myndini frá vinstru: Pál Weihe, Kári Rubek Nielsen, Turið Hammer, Johan Burisch og Elsebeth Lynge.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald