Vinna

Tummas T landar til Vestmanna Seafood og Varðan Pelagic

...

2018-09-17 07:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tummas T er á veg inn av makrelfeltinum, og verður á Kollafirði nú fyrrapartin. Tummas T hevur henda túrin fingið 800 tons av makreli á makrelfeltinum norðanfyri. Tummas T hevur henda túrin roynt á 63,3 norður og 1,56 vestur.

Tummas T skal landa 150 tons av makreli til Vestmanna Seafood, sum verður koyrt í lastbilar í Kollafirði, og síðani koyrt til Vestmannar.

Hini 650 tonsini skal Tummas T landa til Varðan Pelagic, og sleppa teir framat eftir liðugt er at landa Trónda í Gøtu.

Av Tummas T verður sagt, at tað er góður makrelur sum teir hava fingið, støddin liggur um 450 gramm.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder