2018-01-06 09:59

Tummas T. kom á Fuglafjørð tíðliga í morgun við 1.200 tonsum av makreli, sum teir hava fiskað í ES-sjógvi, vestur úr Orknoyggjunum, teir skulu landa makrelin til Pelagos í Fuglafirði.
Vit á JN.fo tosaðu umborð seint í gjárkvøldið, tað er nógvur makrelur at fáa í ES-sjógvi, Tummas T. gjørdi 2 tov, har teir fingu 1.200 tons - fyrra tovið var bert í nakrar fáar minuttir og hitt í 1½ tíma.
Í løtuni landar Høgaberg í Fuglafirði, Tummas T. sleppir framat tá ið liðugt er at landa Høgaberg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald