Vinna

Tummas T, Høgaberg og Hoyvík eru komin á Fuglafjørð

...

2018-05-08 14:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tummas T, Høgaberg og Hoyvík eru allir komnir á Fuglafjørð í dag - við svartkjaftalast.

Í løtuni landar Christian í Grótinum, teir verða liðnir í morgin, tá sleppir Hoyvík framat og hósdagin sleppir Høgaberg framat, Tummas T. sleppir at landa fríggjadagin.

Skipini hava stutta leið á svartkjaftafeltið, tey flestu royna tætt vestur úr Suðuroy, har eru fleiri íslendsk, russusk og føroysk skip.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder