Vinna

Tummas T. er farin at sigla inn av makrelfeltinum

...

2018-09-11 13:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tummas T. er farin at sigla inn av makrelfeltinum, teir hava 700 tons, sum alt er fiskað í føroyskum sjógvi.

Tummas T. fer fyrst á Kollafjørð, har teir skulu landa 100 tons uppí bilar, sum síðan verður koyrt til Vestmanna til Vestmanna Seafood, Tummas T. verður á Kollafirði um 9-tíðina fyrrapartin í morgin.

Hósdagin skulu teir so landa restina - 600 tons - til Varðan Pelagic á Tvøroyri.

Vit á JN.fo tosaðu umborð á Tummas T. fyri løtu síðan, teir søgdu, at fitt av makreli var at síggja, veðrið er gott og nógv skip eru, bæði í føroyskum og altjóða sjógvi - skip úr Russlandi, Íslandi, Norra, Grønlandi og Føroyum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder