2018-09-21 10:02

Tummas T fór at sigla inn av makrelfeltinum í gjárskvøldið. Vit hava fyri løtu síðani tosað umborð á Tummas T, og har verður sagt at tað var eitt frískt lot tá ið teir fóru at sigla, men vindurin minkaði eftir midnátt.
Tummas T landar henda túrin alt á Tvøroyri til Varðan Pelagic. Tummas T verður inni um 15 tíðina, og sleppir framat at landa tá ið liðugt er at landa Jupiter, sum skuldi vera einaferð seinnapartin.
Tummas T hevur fingið 600 tons av makreli henda túrin. Støddin á makrelinum liggur um 430 gramm verður sagt av Tummas T.
Skipini royna nú á 63,15 norður og 1,34 vestur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald