2019-11-20 08:54
Tryggvi Sondum hevur verið skóti í 75 ár. Tað var ein hugnaløta í Skótahúsinum fyri Gilwell skótum, har Tryggvi er ein partur av, Tryggvi hevur verið sera aktivur sum skóti og er tað enn.
Tryggvi verður 88 ár 1. des. og er væl fyri, sera hugnaligt er at práta við Tryggva.
Hann hevur seinasta vetur, saman við Dia á Lava, undirvíst í skóta bólkum í t.d. morsing, tað er í Skótahúsinum at skótarnir samlast.
Vit ynskja Tryggva tillukku við 75-ára degnum sum skóti og alt tað besta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald