Mentan

Trý langabbabørn V.U.Hammershaimb hava sent heilsan

...

2019-03-28 08:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vága kommuna:Sunnudagin, tann 24. mars 2019, var 200 ára minningarhald V.U. Hammershaimbs í Sandavági.

Tiltakið var sera væl eydna. Hóðast veðrið ikki var av tí allarbesta, var fitt av fólki var møtt upp.

Byrja varð í Løgmansgarðinum, har borgarstjórin, Eyðdis H. Niclasen bjóðaði vælkomin, síðani var sangur og guitarspæl framført av nøkrum ungum stjørnuskotum. Til seinast greiddi Heini F. Petersen frá um lívið hjá V.U. Hammershaimb.

Aftaná hetta, varð fari oman á minnisvarðan at leggja kransar. Heini greiddi eisini her frá um minnisvarðan, sum bleiv 100 ár.

Um kvøldið var kvøldseta í Sandavágs kirkju. At enda bjóðaði kommunan til eina máltíð í Meinigheitshúsinum.

Til minningarhaldið, vóru eisini trí langabbabørn V.U.Hammershaimbs komin úr Danmark. Á myndini síggja vit tey trí systkini, saman við einum maka, formanninum í Mentanar- og Trivnaðarnevndini, Albert Ellefsen og Borgarstjóranum, Eyðdis H. Niclasen.

Vit hava fingi hesa fittu heilsan sendandi frá teimum, sum vit leggja út niðanfyri:

Til Borgarstjori Eyddis Hartmann Niclasen, Vagar

Tusinde tak for deltagelsen ved den smukke mindehøjtidelighed i Sandavagur den 24-3-2019 i anledningen af 200 års dagen for V.U.Hammershaimbs fødsel.

Først ved Steig, fødestedet for V.U.Hammershaimb. Bagefter ved mindesmærket for V.U.Hammershaimb. For derefter at samles til den smukke højtidelighed i kirken. Til slut i Menighedshuset.

Korsang, musik og taler var meget smukt. Suppe og kager i Menighedshuset smagte rigtig godt.

Det er en dag, som familien aldrig vil glemme.

Du bedes venligst hilse alle, som deltog i mindehøjtideligheden.

Jeg skal også hilse fra Margrethe Hammershaimb, Eva Hammershaimb og hendes mand Holger Mosbech.

Med venlig hilsen

Jørgen Ulrik Hammershaimb

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder