Fríggjadagin tann 9. august 2019, á Summarfestivalinum, letur upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum, har listamaðurin Tróndur Patursson kemur at sýna fram glas- og málningalist.
Fernisering verður fríggjdagin kl. 16:00 og kemur Inger Smærup Sørensen listfrøðingur at røða, og Rani Nolsøe syrgir fyri tónleikinum.
Umframt lættari ábit, verður eisini møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan.
Til ber at vitja framsýningina allan august mánaða.
Í samband við listaframsýningina, er møguligt longu nú, at bíleggja glasfuglar.
Glasfuglarnir eru serstakir og hava ymiskar litir. Veingabreiði er áleið 82cm til 90cm og hava allir serligan weir til upphang.
Vinarliga set teg í samband við okkum umvegis telefon 217055 (Símun) ella send okkum teldupost umvegis [email protected].
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald