Mentan

Tróndur og Brandur sýna fram í Gamla Seglhúsinum

...

2017-04-24 19:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sunnudagin 30. apríl letur upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík við feðgunum Tróndur og Brandur Patursson.


Framsýningin umfatar málningar og glaslist frá teim báðum, sum á hvør sítt hátt er sermerkt.

Fernisering verður sunnudagin kl. 17. og verður tá eisini møguleiki at heilsa uppá listamenninar.

Umframt lættari ábit, kemur Jógvan Andreas Joensen at framføra eitt sindur av tónleiki og Jógvan Skorheim, borgarstjóri flytur fram røðu.

Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi í allan Mai mánaða.

Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, er opin mánadag til fríggjadag frá kl. 14:00 til 17:00 og sunnudag frá 14:00 til 17:00.

??ll eru hjartaliga vælkomin !

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder