Tróndur og Brandur Patursson í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.
Rættuliga fitt av fólki hevði leita sær inn á gólvi í Gamla Seglhúsinum í dag, har feðgarnir Tróndur og Brandur Patursson høvdu fernisering.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri flutti fram røðu og Jógvan Andreas Joensen tók sær av tí tónleikarliga partinum.
Framsýningin, sum umfatar málninga- og glaslist, hongur uppi allan mai mánaða og er avgjørt eina vitjan verd.
Røðan, sum borgarstjórin flutt fram til Trónd og Brand:
Góðan dag, øll somul
Eg eri glaður fyri, at tað fall mær í lut at siga nøkur orð til nettupp hesa ferniseringina, tí hon er rættiliga forkunnug. Ein Forkunnug Feðga-Framsýning.
Forkunnug og samstundis so ómetaliga væl hóskandi. Í dag byrja vit nevniliga eisini árligu umhvørvisviku í Klaksvíkar kommunu.
Ein vika, har vit saman seta sjóneykuna á náttúruna og okkara skyldu til at ansa eftir henni.
Tað finnast nógv føroysk listafólk, sum hvørja viku og hvørt ár seta sjóneykuna á náttúruna.
Og tit báðir, Tróndur og Brandur munnu vera millum allar allar fremstu listafólkini av tí slagnum.
***
Tú segði tað so væl í útvarpinum herfyri, Tróndur.
At fyri teg snýr listin seg um at finna og vísa fram sálina í náttúruni, og nettupp hesum ert tú úrmælingur í.
Tú hevur á tínum sjóferðum livað nærri náttúruni, enn tey flestu nakrantíð koma til, og tín serligi tokki og dráttur at havinum er ikki til at taka feil av.
Burturúr hugflogi, ljósi og fjølbroyttum, ja til tíðir skroypiligum, tilfari avmyndar tú náttúrunar sál.
Stóru verkini og avrikini í heimsflokki eru óteljandi mong, men eitt tykist allíkavæl vert at nevna burturúr rúgvuni.
Litspælið á botninum í Norðoyatunnlinum.
Sum eitt slag av listarligum vitaminískoyti, tryggjar innstallatiónin, at fleiri túsund koyrandi hvønn dag gerast eina uppliving ríkari á veg undir Leirvíksfjørð.
Samspælið millum litirnar og ljósini tryggjar, at vit síggja náttúrunar sál á ein nýggjan hátt hvørja ferð, og tað er sanniliga meistarligt.
***
Tokkin til náttúruna og nýtslan av henni er gingin í arv, tí í tær, Brandi, eigur náttúran enn ein gávuríkan ambassadør.
Tú umboðar yngra ættarliðið í hesi framsýning, og ert millum fremstu føroysku listafólkini í tínum ættarliði. Og tað er onki at siga til.
Tí umframt viðføddu gávurnar, hevur tú eisini lært hjá teimum bestu. Eitt er, at pápi tín eyðsæð man hava givið tær endaleysan lærdóm og íblástur.
Men í barlastini hevur tú eisini ígjøgnum ungdómsárini arbeitt undir mætum monnum sum Per Kirkeby og ??lafi Eliasson.
Báðir dugnaligir og víðagitnir fyri skulpturar og installatiónir av ymsum slag, og júst hesar greinar hava eisini vunnið sær pláss saman við myndlistini í tínum hjarta og hugflogi.
Tín ungi aldur og longu garvaðu royndir veita trygd fyri, at tú sjálvur ert líka stór fyrimynd fyri komandi listarligu ættarliðini, sum teir, tú hevur lært av, hava verið fyri teg.
Tilfarið, tú arbeiðir við, er fjølbroytt og ójavnt, men tað er júst tað, sum ger tað spennandi og dynamiskt.
Og soleiðis man tað eisini vera fyri okkum áskoðarar at vitja framsýningina hjá tær og pápa tínum komandi mánaðin.
Tveir listamenn við hvør sínum hugflogi, sum tó eru samantvunnir longu frá náttúrunar hond, tað kann ikki blíva annað enn fantastiskt.
***
Sjálvt um tit umboða hvør sítt ættarlið og hava hvør sítt listarliga útrykk, so eru fleiri felagsnevnarar, sum kunnu minna á, at hetta jú eru feðgar, vit hava við at gera.
Ein felagsnevnari er, at tit báðir hugsa og virka mest í stórum verkum. Alt gott um Gamla Seglhús. Her er gott og hugnaligt at vera, men hetta man vera millum heimsins minstu gallarí.
So her fáa tit tykkum ordiliga royndar í mun til støddina á verkunum, men tað síggja vit longu nú á veggunum, at tit eru smidligir.
Og nettupp hesin smidleikin, ella hetta fjølbroytni, um man vil, er enn ein felagsnevnari.
Tit avmarka tykkum ikki til ávís amboð ella tilfar. Amboðskassin hjá tykkum inniheldur so ómetaliga nógv meira enn penslar og lørift.
***
Góði Tróndur og góði Brandur,
Allur heimurin er tykkara lørift, og tit gera hann vakrari og meira hugvekjandi við tykkara list, sum hvønn dag minnir okkum á náttúruna, sum alt lív og samfelag okkara er tengt av.
Takk fyri tað. Og vælkomnir til Klaksvíkar!
Og her at enda vil eg eisini takka tykkum, sum stíla fyri. Símun og Jastrid. Túsund takk fyri, at tit lokka verðinsmenn sum hesar báðar norður til okkara. Tiltøk sum hetta eru ein ómetaligur fongur fyri mentanarlívið í Klaksvíkar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald