2018-10-02 09:55
Á Vísindavøkuni 28. september varð skipað fyri kapping í postara-snarrøðum. Tróndur Kragesteen, PhD lesandi á Fiskaaling, vann kappingina, tá hann miðlaði postaran ???Sjóvarfalsdrivið smittusamband millum aliøkir í Føroyum???.
Kappingin var á Vísindavøkuni, og luttakararnir vóru granskarar frá seks føroyskum granskingarstovnum. Uppgávan var at miðla sín postara á ein greiðan og fangandi hátt innan hálvantriðja minutt.
Tróndur hugtók fjøldina, og megnaði greitt og fangandi at greiða frá sínum granskingararbeiði. Tróndur gjørdist vinnari av postara-snarrøðu kappingini á Vísindavøkuni 2018, og tað eru vit á Fiskaaling sera glað fyri, og ikki sørt errin av.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald