Vinna

Tróndur í Gøtu siglir til Norra við svartkjaftalast

...

2018-05-20 16:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tróndur í Gøtu hevur sett kós móti Norra, teir skulu landa í Vedde, sum er um ??lesund-leiðina.

Tróndur hevur 2.500 tons av svartkjafti, teir verða í Vedde eftir middag í morgin.

Teir hava hendan túrin roynt í landsynning úr Føroyum, har tey flestu svartkjaftaskipini royna, fiskiskapurin hevur verið hampuligur. Tað eru nógv skip á feltinum - umleið 20 skip søgdu teir á Trónda, tá ið vit tosaðu við umborð fyri løtu síðan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder