2018-01-24 14:33

Tróndur í Gøtu siglir inn av svartkjaftafeltinum sunnanfyri, skipið er fullfermt - t.v.s. uml. 2.800 tons.
Tróndur verður á Fuglafirði um 9-tíðina í kvøld, teir byrja at landa kl. 11 í kvøld.
Í løtuni landar Finnur Fríði til Havsbrún, teir verða liðnir um 4-tíðina í dag.
Nógv av føroysku skipunum eru á svartkjaftaveiðu, tey fara at hava last og fara at koma inn um vikuskiftið, tí tey flestu fóru út um somu tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald