2018-10-01 14:44

Tróndur í Gøtu og Tummas T. sigla báðir inn, teir hava fiskað í norskum sjógvi, teir verða á Tvøroyri á middnátt, Tróndur í Gøtu hevur 330 tons og Tummas T. hevur 220 tons.
Vit á JN.fo tosaðu umborð á Trónda fyri løtu síðan, teir leitaðu fyrst í føroyskum sjógvi norðanfyri, fóru síðan langt norður í altjóða sjógv, men endaðu í norskum sjógvi á makrelinum, tað er sera góður makrelur teir hava vektin liggur um 475 gramm.
Tað vóru sera nógv norsk skip á leiðini har teir royndu, men fiskiskapurin var smáligur.
Bæði Tróndur í Gøtu og Tummas T. fara aftur í norskan sjógv at royna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald