Vinna

Tróndur í Gøtu landar sild á Tvøroyri

...

2018-10-24 06:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tróndur í Gøtu kom á Tvøroyri tíðliga í morgun við 1.100 tonsum av sild, sum teir landa til Varðan Pelagic, teir sluppu framat at landa beinanvegin teir komu á Tvøroyri - støddin á sildini liggur um 400 gramm.

Vit á JN.fo tosaðu umborð seint í gjárkvøldið, tá vóru teir staddir eystur úr Fugloynni. Teir hava roynt á umleið 63N og 1V, veðrið var ólagaligt teir fyrstu dagarnar, men í gjár høvdu teir hampuligt veður.

Nógv føroysk og íslendsk skip eru í føroyskum sjógvi, eisini er okkurt grønlendskt skip har.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder