2018-02-02 21:36

Tróndur í Gøtu siglir inn av svartkjaftafeltinum við 2.400 tonsum, sum teir skulu til Havsbrún í Fuglafirði, teir verða á Fuglafirði tíðliga í nátt.
Vit tosaðu umborð við skiparan Arngrím Hansen fyri løtu síðan, hann segði, at teir sleppa framat at landa tíðliga í morgin, ætlanin er at fara ein svartkjaftatúr afturat, so verður farið til Íslands á lodnuveiðu.
Veðrið er av tí fagrasta í kvøld, segði skiparin á Trónda í Gøtu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald