Vinna

Tróndur í Gøtu er nú eisini farin á lodnuveiðu

...

2018-02-17 09:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tróndur í Gøtu kom á Fuglafjørð beint fyri midnátt í gjárkvøldið, teir komu úr Norra, har teir hava verið og umvælt trolspølini hjá Brattvaag, teir vóru í Norra í fimm dagar.

Beinanvegin teir komu á Fuglafjørð fóru teir í holt við at fáa lodnunótina umborð, tað varð liðugt seint í nátt, og loystu teir beinanvegin klárt var.

Nú eru teir ávegis til Íslands á lodnuveiðu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder