Mentan

Treffið endar við konsert

...

2016-08-31 21:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Stóra motorsúkklu treffið í Tórsgøtu leygardagin endar við eini rimmar konsert við nøkrum av okkara allar bestu. The Reverends, Uni Debess and the Tom Cats, Sámal Ravnsfjall og Holgar Jacobsen, boða frá eini skrá, sum stoypt til eitt motorsúkklu treff.

The Reverends
Kontribólkurin The Reverends hevur síðan byrjan spælt munandi meira uttanlands enn í Føroyum. Fyrsta fløgan ???When You???re Done??? telist milum bestu føroysku kontriútgávurnar, og gav bólkinum møguleika at ferðast við sínum tónleiki kring Evropa.
Nú eru flest allir limirnir fluttir til Føroyar, og á Countryfestivalinum í Sørvági í fjør, kom stóra gjøgnumbrotið millum føroyskar kontrifjepparar. Røddin hjá Niclas Thorsteinsson er millum tær bestu í føroyskum kontri, og má metast í altjóða klassa, mátti kontrifjøldin ásanna.
Í ár var bólkurin millum nøvnini á Summarfestivalinum og nú fer hann so aftur á pall, hesa ferð fyri motorsúkklu glaðu fjøldini í Tórsgøtu í Havn.
Uni Debess and the Tom Cats
Uni Debess hevur í nógv ár verið andlitið hjá føroyskum blues tónleiki, og hevur í nógvum ymiskum bólkum og sum solistur vunnið sær nógvar fjepparar.
Í bólkinum Uni Debess and the Tom Cats, hevur Uni funnið eitt samstarv, ið tykist at vera eitt tað besta, ið hann hevur verið í. Bólkurin er á tremur við orku og spæligleði, og gevur løgunum hjá Una tann heilt rætta búnan.
Sámal Ravnsfjall
Sámal Ravnsfjall, er meira enn bara helvtin av Vágaverki, trubadururin við tí serligu røddini, er ein sangskrivari av guðs náði og hevur við sangum sum Medistari í Karry, Á trappuni hjá Lenu, 1001 nátt og nógvum øðrum, vunnið sær eitt pláss í føroyska sangskattinum. Men Sámal er eisini ein tann trubadururin við tí størstu spæliskránni, og dugur sum fáur at fanga eina fjøld. Hetta hevur kant, og hetta er so ómetaliga gott.
Holgar Jacobsen
Nú vit eru við vágamennirnar, so kemst ikki uttanum Holgar, ella Holgar Jacobsen, ið hann eitur. Eftir nógv ár í rokkbólkum, fann Holgar sítt ljóð sum solistur á fystu soloútgávuni ???Ongan veg???. Við fløguni fekk Holgar veruliga sítt gjøgnumbrot. Djúphugsnu og vælskrivaðu tekstirnir settir til vøkur og líkatil løg, og sungin av hesi heilt serligu ráu røddini, eru nakað heilt serligt.
Nýggjasta útgávan ???Kanska tú svav??? bygdi á sama leist, og fekk uppaftur betri móttøku. Á Treffinum kemur Holgar við kassagittaranum og fer at framføra síni inniligu 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder