2017-05-17 10:04
Tey, ið koyra framvið Landavegnum, hava síðstu dagarnar lagt til merkis, at byggingin av nýggja musikkskúlanum er byrjað.
Arbeiðsgirðing er sett um grundstykkið, byggikrani dagar upp ímóti luftini, og fyrstu formarnir eru stoyptir.
Tað er Húsavarðatænastan, ið stendur fyri byggiarbeiðinum.
Eftir ætlan verður musikkskúlin liðugur fyrst í 2019. Skúlin verður 2.599 fermetrar stórur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald