Havið og tilfeingið í havinum hava spælt stóran leiklut í lívi og virki hjá fólki í Klaksvík ??? og ger tað framvegis.
Nú stundar torratíðin aftur til, og verða dagarnir hildnir í Klaksvík 18. til 24. februar. Nógv ymiskt spennandi, bæði nútímans og afturlítandi, er á skrá. Við Torradøgum ynskir Klaksvíkar kommuna seta sjóneykuna á mentanarliga virði innan sjóvinnu, sjólív og tað vinnulív í her annars hevur verið og er.
Klaksvík er fiskivinnuhøvuðsstaður, og við stórum og fjølbroyttum virksemi hevur hendan vinna skapt grundarlagið undir okkara nútímans vælferðarsamfelagi, har mentan er ein sjálvsagdur lutur ??? Ja, vinnan og mentan ganga lið við lið.
Í ár er Spinnaríið fyri ein stóran part karmur um tiltøkini á Torradøgunum, men eisini Miðhøllin á Skúlatrøð, Posthúskjallarin, Gamla Seglhúsið, Miðstovan og Spaniastova.
Góða Torraviku ??? kunna teg nærri um Torravikuna niðanfyri
Sí skránna her: Torradagar 2019
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald